06/22/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/21/2026 05:36
Málráðið hevur havt vitjan av Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Tað var formaðurin í Málráðnum, Beinir Bergsson, sum tók ímóti og vísti runt á stovninum. Eisini hitti landsstýrismaðurin starvsfólk og onnur, sum eru knýtt at virkseminum hjá Málráðnum.
Samstarvsavtalan, sum er gjørd millum Málráðið og Fróðskaparsetrið, virkar væl, og tey eru glað fyri umstøðurnar í hølunum á J. C. Svabos gøtu 7. Málráðið gav stavsetingarorðabókina út í 2024, og í løtuni er arbeiðið við føroyska teknmálinum ein týðandi partur av virkseminum hjá Málráðnum. Arbeitt verður eisini við føroyskum yrkisorðalistum, sum eru sera fjølbroyttir. Nógv fólk venda sær til Málstovuna, sum vegleiðir fólk í málspurningum; ikki minst, tá tað ræður um at finna føroysk heiti til ensk orð og hugtøk.