Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

12/18/2025 | Press release | Distributed by Public on 12/18/2025 03:42

Vørn og MRCC – trygd og eftirlit á føroyskum havleiðum

Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, vitjaði í gjár Vørn, har Óli Hans Olsen, stjóri, tók ímóti og greiddi frá virkseminum á stovninum. Eisini greiddi Elias Zachariassen, deildarstjóri á MRCC, frá teirra arbeiði.

Vørn hevur ábyrgdina av fiskiveiðieftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi og við føroyskum skipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Eftirlitið tryggjar, at fiskiskapurin fer fram sambært galdandi lógum, kvotum og fiskidøgum. Arbeiðið fevnir eisini um m.a. eygleiðaraskipan, fylgisveinaeftirlit og eftirlit við upp- og umskiping.

MRCC er mannað alt samdøgrið og hevur ábyrgdina av leiting og bjarging (SAR) á føroysku havleiðunum. Umframt SAR røkir MRCC eisini uppgávur innan tilbúgving móti oljudálking, sjúkraflutning við tyrlu og siglingarávaringar. Vanliga virkisøkið fevnir um havleiðina úr fjøruni og út á 200 fjórðingamarkið. Harumframt eru avtalur við grannalondini um sínámillum hjálp og samstarv.

Vitjanin gav landsstýrismanninum innlit í tað dagliga arbeiðið hjá Vørn og MRCC, sum er ein týðandi partur av trygd og eftirliti á føroyskum havleiðum.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on December 18, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on December 18, 2025 at 09:42 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]