Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/21/2025 | Press release | Distributed by Public on 08/21/2025 11:38

Landsstýriskvinnan á Aqua Nor í Tróndheimi

Seinastu dagarnar hevur landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum verið í Tróndheimi í Noreg í sambandi við aliráðstevnuna Aqua Nor, ið er heimsins størsta innan tøkni og veitingar til alivinnu varð hildin í døgunum 19. - 21. august. Umleið 25.000 vitjandi úr 80 londum leita sær til býin hesa vikuna at síggja, hvat rørist innan vitan, tøkni og veitingar til aling. Norski fiski- og havmálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, var vertur fyri vitjanini.

Í sambandi við vitjanina vóru sínamillum fundir við norska ráðharran og skotska ráðharran, Mairi Gougeon, ið m.a. varðar av alimálum og oyggjum. Á fundunum vórðu viðkomandi viðurskifti og samstarv umrødd.

Umframt at luttaka á Aqua Nor ráðstevnuni mánadagin 18. august, har fleiri áhugaverdar framløgur vóru á skrá, var landsstýriskvinnan eisini við til setanina av Aqua Nor framsýningini týsdagin. Eftir setanina varð vitjað á framsýningini og høvi varð nýtt at vitja á føroysku básunum. Eisini var høvi at hitta føroysku vinnuna, sum var væl umboðað á staðnum.

Nógv áhugavert var at síggja á framsýningini, men serliga gevandi og hugaligt var at heilsa uppá fleiri av teimum, sum hvønn dag eru við til at menna føroyska samfelagið. Tað er eisini gleðiligt at síggja, at vit í Føroyum hava eitt virkið og framfýsið vinnulív, sum veitir fremstu tænastur, veitingar og loysnir á altjóða stigi.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum

Sí myndarøð við at trýsta á myndina omanfyri.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on August 21, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on August 21, 2025 at 17:38 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]