Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/24/2026 | Press release | Distributed by Public on 08/24/2026 06:02

Landsstýriskvinnan vitjaði Almannaverkið

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, var í farnu viku á vitjan í Almannaverkinum, á Staravegi og Smyrilsvegi í Havn. Endamálið við vitjanini var at fáa betri innlit í virksemið og tær tænastur, ið Almannaverkið veitir borgarum kring landið.

Vitjanin byrjaði við einari framløgu frá Hjørdis Mortensen, stjóra, um Almannaverkið, nýggja bygnaðin og tær ætlanir og mál, sum eru fyri framman.

Síðani fekk landsstýriskvinnan høvi at hoyra nærri um virksemið á deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning. Hon varð eisini víst runt í hølunum og fekk høvi at seta spurningar og tosa við leiðarar og starvsfólk.

Á rundvísingini sá landsstýriskvinnan millum annað venjingarhølini, sum verða nýtt til endur- og viðlíkahaldsvenjing og samskiftismenning. Eisini vitjaði hon goymsluna hjá Hjálpartólum, har túsundtals hjálpartól fara ígjøgnum á hvørjum ári.

Vitjanin gav mær eitt gott innlit í tað fjølbroytta og týdningarmikla arbeiðið, sum Almannaverkið ger. Tað var serliga gagnligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við tænastunum í gerandisdegnum, og at síggja, hvussu arbeiðið verður skipað í verki", sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on August 24, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on August 24, 2026 at 12:03 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]