09/11/2026 | Press release | Distributed by Public on 09/11/2026 08:43
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, vitjaði í gjár Seymistovuna Ný Ný og Ávegishúsið í Lynggøtu, sum bæði eru tilboð hjá Bláa Krossi Føroya.
Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya, vísti landsstýriskvinnuni runt og greiddi frá virkseminum og arbeiðinum í teimum báðum tilboðunum.
Í Ný Ný verða brúkt klæði nýtt av nýggjum til millum annað barnaklæði og aðrar vørur. Samstundis er seymistovan eitt sosialt og arbeiðslíkt tilboð til fólk, sum ikki megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum, og sum hava tørv á tryggum kørmum, umsorgan og stuðli í gerandisdegnum.
Ávegishúsið í Lynggøtu er eitt fyribils og rúsfrítt bútilboð til vaksin, sum hava sosialar avbjóðingar og tørv á stuðli til at fáa eina tryggari og meira sjálvstøðuga tilveru.
Landsstýriskvinnan takkaði fyri eina áhugaverda og gevandi vitjan.