04/17/2026 | Press release | Distributed by Public on 04/17/2026 08:15
Í dag luttók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri, á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins í Oslo.
Høvuðsevnið fyri ráðstevnuna var: Eru Norðurlond til reiðar til kreppur? Serligur dentur varð lagdur á tilbúgving og mótstøðuføri í Norðurlondum, og boðskapurin var greiður - tættari samstarv millum Norðurlond er altavgerandi. Til setanina vóru gestarøðarar norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og ukrainski varaheilsumálaráðharrin, Ihor Kopach.
Landsstýrismaðurin luttók í spurnatíma saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum, har millum annað broytingarnar í Helsingforsavtaluni og sjálvstøðugur limaskapur hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum vórðu umrødd.
Harumframt hitti landsstýrismaðurin Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Loga Einarsson, íslendska samstarvsráðharran, Ville Väyrynen, forseta Norðurlandaráðsins og norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.