Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/09/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/09/2026 01:42

Einki land stendur einsamalt við hesum avbjóðingum

8. juni hevði NordForsk verkstovu fyri granskarum og øðrum, sum eru partur av granskingarskránni "Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi".

Gott 20 fólk hittust í Norðurlandahúsinum, har Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í granskingarmálum, beyð vælkomin og helt røðu. Hann segði millum annað:

"Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi, umgyrdar av ríkum marinum vistfrøðiskipanum, og havið hevur myndað søgu okkara og samleika. Í øldir hevur lívið her verið treytað av sjónum. Fiskivinnan er ikki bara ein vinna hjá okkum; hon er ein partur av mentan okkara, búskapi okkara og gerandisdegnum. Júst vegna hetta neyva sambandið við havið skilja vit bæði møguleikarnar og ábyrgdina, sum fylgja við at umsita havtilfeingið á skynsaman og burðardyggan hátt.

Í einum heimi, sum broytist skjótt, er samstarv millum vísindi, vinnu og myndugleikar týdningarmiklari enn nakrantíð.

Samstundis kann einki einstakt land loysa hesar avbjóðingar einsamalt. Norðuratlantshavið er eitt felags havøki, og framtíð tess er treytað av sterkum altjóða samstarvi, opnum samskifti og álítandi samstarvsbondum tvørtur um landamørk."

Endamálið við verkstovuni var at geva umboðum fyri tær fýra verkætlanirnar í skránni høvi at kunna um fyribils úrslit og skifta orð um avbjóðingar, umskarandi evni og næstu stigini. Eisini vóru fleiri framløgur á skránni.

Øll røðan hjá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, kann lesast her.

Kunning um hesa granskingarskránna og verkætlanirnar er á nordforsk.no og á gransking.fo.

Kelda: Granskingarráðið

Mynd: (c) NordForsk/Marianne Knudsen

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 09, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 09, 2026 at 07:43 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]