Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/27/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/27/2025 10:23

Frá framstigi til framtíð – talgilda ferðin heldur fram

27. oktober er ein varði í vælferðarsøguni. Hendan dagin í 2020 vórðu Samleikin og Vangin tikin í nýtslu. Og ferð bleiv av álvara sett á talgildu menningina í Føroyum.

Síðani tá hava føroyingar kunna avgreitt viðurskifti trygt og lætt, og tá tað liggur fyri. Hetta hevur spart tíð, gjørt gerandisdagin einfaldari, styrkt samskiftið millum borgarar og tað almenna og í heila tikið gjørt føroyska samfelagið meira nútímans.

- Talgilding er ikki bara tøkni. Tað er ein hornasteinur í vælferðini. Vit byggja eitt samfelag, sum er trygt og tíðarhóskandi. Vit skulu brúka minni orku upp á pappírsarbeiði - og meiri á tær uppgávur, sum krevja nærveru og umsorgan. Soleiðis tryggja vit vælferðina og styrkja vit Føroyar, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Seinastu árini hava víst hvussu nógv vit megna, tá ið vit menna í felag. Kommunur, vinnan og landið hava staðið saman um at menna felags loysnir, so at øll - uttan mun til hvar í landinum - hava somu góðu tænastu, trygd og brúkaravinsemi.

-Við Samleikanum og Vanganum hava vit tikið stór stig framá, og ferðin heldur fram. Nú standa nýggir møguleikar fyri framman - eitt nú videoviðtalur á Vanganum, har fólk heimanífrá kunnu hava læknaviðtalu, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Næsta stig verður at brúka Samleikin uttanlands. Tað merkir, at føroyingar fáa lættari atgongd til tænastur í Norðurlondum - til dømis tá ið vit fara niður í sjúkraørindum, flyta ella arbeiða uttanlands.

Tá ið Føroyar næsta ár fáa felags formansskap í Norðurlandaráðnum saman við Danmark, verður hetta eisini eitt av høvuðsevnunum á skránni. Norðurlond hava sum mál at gera tað lættari at brúka talgildar loysnir tvørtur um landamørk.

- Nú hava vit í Føroyum víst hvussu eitt samfelag kann flytast inn í talgildu framtiðina. Nú taka vit stigið út um landoddarnar og knýta okkum nærri umheiminum, so tað verður lættari at virka og flyta tvørtur um landamørk, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Talgildu Føroyar halda fram við menningini sambært heildarætlanini Talgildu Føroyar 2.0, sum Løgtingið samtykti í summar. Her verður vitlíki eitt týðandi amboð til at menna tænastur og gera tær enn meira gagnligar fyri borgarar og vinnu.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 27, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 27, 2025 at 16:23 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]