12/19/2025 | Press release | Distributed by Public on 12/19/2025 03:17
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar - bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Fiskivinnuroyndir vóru umskipaðar í fjør, og frameftir verður størri dentur lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Í 2025 vóru tríggjar trý ára verkætlanir játtaðar til flaggskipaverkætlanir. Tað ger, at partur av játtanini í 2026 longu er settur av til flaggskipaverkætlanir.
Flaggskipaverkætlanir
Til flaggskipaverkætlanir í 2026 eru settar av kr. 800.000. Í 2026 kann tí søkjast um í mesta lagi kr. 800.000, men næstu tvey árini er mest loyvda upphædd kr. 1 mió. um árið.
Flaggskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.
Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki:
• Virðisøking
• Burðardyggur fiskiskapur
Granskingarstovnar í Føroyum í dag eru: Búnaðarstovan, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, Firum, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Tjóðsavnið, Tjóðskjalasavnið, Umhvørvisstovan, Sjókovin og Veðurstova Føroya.
Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini.
Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er fríggjadagin 27. februar 2026 kl. 12:00. Umsóknarblað, sí her.
Smærri verkætlanir
Í 2026 eru settar av 1,1 mió. kr. til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 300.000. Peningur verður bert játtaður til eitt ára verkætlanir. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her.
Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.
Freistin at søkja um stuðul til smærri verkætlanir er fríggjadagin 30. januar 2026 kl. 12:00.
Í viðgerðini av umsóknunum verður serligur dentur lagdur á, at:
• Úrslitini eru almannagagnlig.
• Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands.
Verkætlanir, bæði innan flaggskipa- og smáar verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum. Umsóknarblað, sí her.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á [email protected] ella á telefon 22 22 58.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2026.
Umsóknir skulu sendast talgilt til: [email protected].