06/23/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/23/2026 02:15
Mánadagin hevði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fund við formannin í Etiska ráðnum, Berg Debes Joensen, og fakliga skrivaran í ráðnum, Katlu Heðinsdóttir.
Á fundinum greiddu Bergur og Katla frá virkseminum hjá Etiska ráðnum og teimum evnum, ráðið hevur arbeitt við seinastu árini. Bergur Debes Joensen handaði eisini landsstýriskvinnuni ársfrágreiðingina fyri 2025.
Sitandi Etiska ráð hevur í heyst sitið í fýra ár. Tá skal Etiska ráðið veljast av nýggjum. Nýggja ráðið fer eftir ætlan til verka 1. oktober 2026 og situr fram til 2030.