05/13/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/13/2026 09:04
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur verið á vitjan í kommunulæknaviðtaluni hjá Turið Holm Johannessen, forkvinnu í kommunulæknafelagnum.
Vitjanin var í viðtaluhølunum hjá Turid H. Johannessen í Kirkjustræti í Hoyvík, har landsstýriskvinnan fekk høvi at síggja umstøðurnar og fekk nærri kunning um virksemið hjá kommunulæknum. Turið Holm Johannessen greiddi frá dagliga arbeiðinum, ábyrgdum og leiklutinum hjá kommunulæknum, sum eru ein týðandi partur av føroysku heilsuskipanini.
Á fundinum varð millum annað umrøtt, hvussu skipanin fyri heilsutænastur í nærumhvørvinum virkar í dag, og hvørji ynski og møguleikar eru um at menna økið frameftir.
Landsstýriskvinnan er fegin um vitjanina, har hon fekk innlit í gerandisdagin hjá kommunulæknum, og eina góða samrøðu um, hvussu heilsutænastur nær borgaranum kunnu styrkjast.