Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/07/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/07/2026 16:09

Nýggir limir í stýrið fyri Bústaðir

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tilnevnt tveir nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Nýggju limirnir eru Bogi Jacobsen og Gestur Hovgaard, sum tóku við 1. mai 2026.

Umframt teir báðar sita Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg í stýrinum.

Tilnevningin av stýrislimum fer fram annað hvørt ár, soleiðis at ávikavist tríggir og tveir stýrislimir verða tilnevndir aðru hvørja ferð.

Stýrið hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum forkvinnu.

Bústaðaravbjóðingin er stór, og hetta er eitt øki, sum samgongan fer at raðfesta høgt komandi árini. Ein liður í loysnini er leikluturin hjá Bústøðum, og eg síggi fram til eitt gott og virkið samstarv við nýggja stýrið komandi árini", sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarandi stýrislimunum, Teiti Samuelsen, sum hevur verið formaður, og Petur Even Djurhuus, fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.

Myndatekstur: Á myndini eru frá vinstru Gestur Hovgaard, Ingibjørg Berg, forkvinna, Margit Stórá, landsstýriskvinna, Rakul í Gerðinum, Maud Hilduberg og Bogi Jacobsen.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on May 07, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on May 07, 2026 at 22:09 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]