Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/01/2026 | Press release | Distributed by Public on 09/01/2026 08:40

Lýsing eftir umsóknum um loyvi til royndarfiskiskap við tvítroli

Uttanríkis- og fiskimálaráðið lýsir eftir umsóknum um loyvi at fremja royndarfiskiskap við tvítroli.

Royndirnar skulu gerast í fiskiskapi eftir svartkalva á djúpum vatni og í fiskiskapi eftir upsa hjá bólki 2. Endamálið við royndunum er at kanna veiðievni við tvítroli, sammett við veiðu við einkultum troli ella partroli. Royndirnar skulu serliga geva grundarlag fyri at rokna umrokningarfaktorar fyri fiskiskap við tvítroli mótvegis fiskiskapi við einkultum troli ella partroli.

Karmar og treytir
Royndarfiskiskapurin verður skipaður sambært § 50 í løgtingslóg nr. 152 frá 2019 um sjófeingi við seinni broytingum (sjófeingislógin) og kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2020 um loyvi til royndarfiskiskap við seinni broytingum.

Royndirnar skulu gerast við fiskiførum, sum lúka treytirnar í § 18, stk. 1, nr. 1 í sjófeingislógini. Hetta eru trolarar við 501 - 3000 HK.

Kanningarætlan er gjørd fyri royndarfiskiskapin. Royndirnar skulu fremjast sambært hesi ætlan og í neyvum samstarvi við Havstovuna.

Ætlanin er at geva tvey loyvi til royndarfiskiskap eftir upsa og eitt loyvi til royndarfiskiskap eftir svartkalva á umleið 500 metra dýpi.

Krøv til skipini

Fyri at luttaka í royndarfiskiskapinum skulu hesi krøv vera lokin:

  • Skipið skal hava veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 2, trolarar.
  • Minst eitt av skipunum skal vera útgjørt til at royna við tvítroli.
  • Skipið skal hava trolsensorar, ið skulu brúkast til at máta ymsar parametrar á trolinum/lemmunum (t.d. Scanmar, Simrad ella Marport sensorar).
  • Skipið skal hava útgerð til neyva skráseting av oljunýtsluni fyri hvørt einstakt tóv.
  • Skipið skal hava koyggjupláss til tveir eygleiðarar.
  • Umborð skal vera gjørligt at standa innandura og taka sýni av veiðuni. Har skal vera borðpláss, minst 150x60 cm, til mátibretti og elektroniska vekt.

Umsókn og freist
Áðrenn umsókn verður send inn, skulu tey, sum ætla at søkja um loyvi til royndarfiskiskap, venda sær til Uttanríkis- og fiskimálaráðið fyri at fáa nærri kunning um kanningarleistin og treytir fyri royndarfiskiskapinum.

Leinki til umsóknarblað.

Umsóknir um loyvi at fremja royndarfiskiskap við tvítroli skulu sendast til Uttanríkis- og fiskimálaráðið á teldupost [email protected].

Umsóknarfreistin er 2. oktober 2026 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Símun Grønadal, fulltrúa ([email protected], telefon 22 22 58).

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 01, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 01, 2026 at 14:40 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]