09/10/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/10/2025 06:49
Í gjár, 9. september 2025, luttók landsstýrismaðurin á tiltaki um føroyska fiskivinnu í søguligu hølunum Fishmongers' Hall í London.
Á skránni vóru framløgur um burðardygga umsiting av fiskastovnunum, um gransking og nýskapan í fiskivinnuni og um millumtjóða samstarv. Orðstýrari var John Goodlad, fiskivinnuserfrøðingur úr Hetlandi. Tiltakið endaði við eini móttøku, har gestirnir fingu høvi at smakka føroyskan fisk, tilgjørdur av Gutta Winther, saman við føroyskum øli.
Millum luttakararnar vóru umboð fyri bretsku fiskivinnuna, bretsku stjórnina og granskingarumhvørvið og onnur áhugað í føroyskari fiskivinnu.
Landsstýrismaðurin: Burðardygg fiskivinna er ein treyt
Á tiltakinum helt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, røðu. Hann legði serliga dent á týdningin av, at Føroyar umsita sínar fiskastovnar burðardygt - bæði fyri samfelagið í dag og fyri komandi ættarlið.
"At tryggja burðardygga fiskivinnu er okkara ábyrgd og ein fortreyt fyri okkara tilveru sum samfelag. Vit liva av havinum, og tí mugu vit hava røttu skipanirnar og fakliga vitan til støðugt at menna okkara fiskivinnupolitikk. Bert soleiðis kunnu vit varðveita fiskastovnarnar, verja umhvørvið og tryggja, at fiskivinnan heldur fram at skapa virði fyri alt tað føroyska samfelagið,"segði landsstýrismaðurin.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at fiskivinnan er ein týdningarmikil partur av framleiðsluni av heilsugóðum mati í heiminum, og at fiskaframleiðsla gevur dygdargott protein við munandi minni ávirkan á veðurlagið enn aðrar matvørur. Eisini fegnaðist hann um góða samstarvið við Bretland innan fiskivinnu og handil og segði, at góðir møguleikar eru fyri at víðka samstarvið og handilin millum londini.
Tiltakið í London var fyriskipað av Sendistovu Føroya í Bretlandi og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum við stuðli frá Ráfiskarakeyparafelagnum og Reiðarafelagnum.
Røðan hjá landsstýrismanninum.
Skráin fyri tiltakið.