Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/19/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/19/2025 08:45

Landsstýrismaðurin vitjað útróðrarfeløg

Hósdagin vitjaði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, Meginfelag Útróðrarmanna og fríggjadagin Vága Útróðrarfelag.

Meginfelag Útróðrarmanna er felag fyri útróðrarbátar í bólki 4 og bólki 5.

Í Vága Útróðrarfelag eru einir 40-50 limir.

"Tað hevur stóran týdning at seta tíð og orku av fyri at hoyra, hvat rørir seg í vinnuni. Tú hittir fólk og hoyrir ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í vinnuni. Og tað er eitt gott og neyðugt íkast, tá vit gera almennar fyriskipanir í vinnuni", sigur landsstýrismaðurin.

Undir vitjanini greiddu feløgini frá sínum virksemi og løgdu fram sínar áskoðanir um fiskidagar, friðingar og aðrar almennar skipanir, ið eru fyri útróðurin.

Landsstýrismaðurin takkaði feløgunum fyri áhugaverdar spurningar og prát. Hann segði, at áskoðanirnar hjá útróðrarfeløgunum verða tiknar við, tá mál, sum hava týdning fyri útróðurin, verða viðgjørd.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 19, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 19, 2025 at 14:45 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]