Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/01/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/01/2025 07:37

Landsstýrið betrar korini hjá barnafamiljunum

Landsstýrið hevur saman við fíggjarlógaruppskotinum, lagt uppskot fyri tingið um at hækka barnafrádráttin og taka burtur MVG á eplum, grønmeti og barnablæum

Talan er um tvey lógaruppskot, sum hava til endamáls at gera tað meira liviligt hjá barnafamiljunum í Føroyum.

Annað uppskotið broytir lógina um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og snýr seg um at hækka barnafrádráttin.

Barnafrádrátturin hækkar í 2026

Landið letur í dag ein frádrátt í landsskattinum, sum er 9.200 kr. árliga fyri børn 0-6 ár, og 6.500 kr. fyri 7-17 ára gomul. Frádrátturin skal hækka soleiðis, at hann verður 10.700 kr. fyri børn 6 ár og yngri, og 7.500 kr. fyri tey 7-17 ára gomlu.

Broytingarnar í barnafrádráttinum merkja, at ein familja við trimum børnum fær millum 3.000 og 4.500 krónur meira at liva fyri við árliga. Yngri børnini eru, størri er frádrátturin.

Bíligari grønmeti og blæur

Hitt uppskotið broytir lógina um meirvirðisgjald og leggur upp til, at ávísar gerandisvørur verða frítiknar fyri MVG. Talan er um epli, grønmeti og blæur til børn.

Tryggar karmar fyri barnafamiljur

Uppskotini um at hækka barnafrádráttin og lækka MVG á ávísum gerandisvørum verða løgd fyri tingið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2026.

-Tað er sera týdningarmikið at skapa góðar og tryggar karmar rundan um barnafamiljurnar í Føroyum. Við at hækka barnafrádráttin og gera týdningarmiklar gerandisvørur bíligari vilja vit lætta um gerandisdagin hjá okkara yngstu borgarum og foreldrum teirra. Ein familja við trimum børnum sum eru 1, 5 og 8 ár fáa við hesum báðum uppskotinum 7.000 kr. meira at liva fyri um árið. Hetta kemur afturat skattalættanum, sum foreldrini fingu í 2024 og 2025.sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Myndin er tilgjørd

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 01, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 01, 2025 at 13:37 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]