Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/01/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/01/2025 04:16

Landsstýrið veitir máli og mentan neyðugan styrk

Í fíggjarlógaruppskotinum hesaferð hevur landsstýrið lagt upp til at styrkja mál og mentan við umleið 23 milliónum afturat vanligu framskrivingunum. Av hesum er umleið helmingurin ætlað sum eitt lyft á verandi stuðlum og rakstri til mentastovnar, meðan hin helvtin er til løgur.

Hetta samsvarar væl við samgonguskjalið, har tað er ásett, at játtanirnar til mentan og list verða øktar munandi, umframt at stuðulin til tónlist, myndlist, ritlist, leiklist, film, dans og skapandi list sum heild verður hækkaður.

Hesar ásetingar hava verið fylgdar árini higartil, men í ár er meira lagt afturat.

Úr rúgvuni kann nevnast, at eitt serligt átak verður gjørt, so Kringvarp Føroya fær møguleika at skapa ein veruligan talgildan pall til barnatilfarið, umframt at kunna keypa rættindi, so tilfar í nógv størri mun verður atkomuligt í longri tíð. Hartil verður játtanin til Savnsgull hækkað, so farast kann undir arbeiðið at lata savnið upp fyri almenninginum.

Fyri at styrkja um støðuna hjá føroyska málinum verða játtanirnar til Málráðið og Týðaragrunnin hækkaðar.

Harumframt verður játtanin til føroyskan film hækkað munandi. Umframt at játtanin til Tjóðpallin og harvið føroyska palllist hækkað, soleiðis at vit í enn størri mun fara at síggja stór palllistarlig verk á føroyskum máli.

Til tess at styrkja privatu føroysku miðlarnar verður játtanin til miðlastuðul hækkað nógv, samstundis sum ætlanin er at leggja nýggja miðlastuðulslóg fyri Løgtingið í næstum. Miðlastuðulin skal eitt nú styrkja viðgerðina av aktuellum tíðindatilfari, sum er lagað til fólkið í Føroyum úr einum føroyskum sjónarhorni á føroyskum máli.

Millum mongu raðfestingarnar verða játtanirnar til føroyska mentanararvin øktar munandi, eitt nú til varðveiting av fornminnum, mentanarsøguligum skipum, og eisini til føroyska bátin til tess at gera átøk at stimbra smíðiáhuga og nýtslu av føroyska bátinum, sum fyrr í hesum samgonguskeiði kom á listan hjá UNESCO yvir umboðandi siðaarv.

Afturat hesum verða nýggja og øktar játtanir til tónlist, ritlist og livandi søvn.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 01, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 01, 2025 at 10:16 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]