Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

02/24/2026 | Press release | Distributed by Public on 02/24/2026 09:57

Sáttmáli um Sambýlið við Rygsá undirskrivaður

Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.

Stórur og átrokandi tørvur er á fleiri og betri búplássum til vaksin við autismu. Við hesum sambýlinum taka vit eitt týdningarmikið stig at tryggja teimum eitt virðiligt og tíðarhóskandi heim. Hetta er eitt mál, sum vit hava sett okkum fyri, tí vit vita, at karmarnir hava verið óhóskandi."
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu. Í sambýlinum verða 24 búpláss, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari eind verða tvær íbúðir serliga lagaðar til fólk, sum hava stóran tørv á at vera vard fyri óljóði og órógvi.

Í øllum eindunum verða felagshøli og felagskøkar, og allar íbúðir kunnu hava egna inngongd uttanífrá.

Bygningurin verður 2.090 fermetrar til støddar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug við árslok í 2027.

Sambýlið við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði, og fer at geva hús- og starvsfólki góðar og hóskandi karmar, sum eru bygdir til teirra tørv.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on February 24, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on February 24, 2026 at 15:57 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]