Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

07/07/2026 | Press release | Distributed by Public on 07/07/2026 04:43

Barnakonur fáa ókeypis koppseting fyri RS-virus

Barnakonur fáa nú tilboð um ókeypis koppseting fyri RS-virus. Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, setur í gildi kunngerð, sum tryggjar, at koppsetingin verður partur av ókeypis koppsetingartilboðunum til barnakonur.

Kunngerðin kemur í gildi í morgin, 8. juli 2026.

RS-virus er eitt vanligt andaleiðsvirus, sum serliga ger um seg í heyst- og vetrarmánaðunum. Hjá teimum flestu elvir RS-virus til mild krímlíknandi sjúkueyðkenni, men hjá smáum børnum - serliga nýføðingum og pinkubørnum - kann sjúkan gerast álvarsom og í summum førum krevja innlegging.

Við koppsetingini verður barnið vart fyrstu mánaðirnar eftir føðing. Tá barnakonan verður koppsett, verða mótevni flutt frá mammuni til barnið í móðurlívinum. Hetta minkar um vandan fyri, at barnið fær álvarsama sjúku av RS-virusi í fyrstu livimánaðunum.

Endamálið er at verja tey minstu børnini, sum eru serliga viðkvom fyri álvarsamari sjúku av RS-virusi. Við hesum fáa barnakonur eitt ókeypis tilboð, sum kann vera við til at fyribyrgja álvarsama sjúku og innlegging hjá pinkubørnum.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Mælt verður til, at barnakonur, sum hava termin upp undir og í RS-virusárstíðini, fáa koppsetingina í sambandi við triðju fyribyrgjandi barnsburðarkanningina hjá egnum lækna, vanliga umleið í 32. barnsburðarviku. Koppsetingin kann gevast í tíðarskeiðinum frá 24. til og við 35+6 barnsburðarviku.

Frammanundan fáa barnakonur tilboð um ókeypis koppseting fyri kikhosta eftir viku 24 í burðartíðini, og koppseting fyri influensu frá 13. barnsburðarviku í vetrarhálvuni frá 1. oktober til 20. desember.

Við nýggja tilboðnum verða sostatt trý ókeypis koppsetingartilboð til barnakonur: fyri kikhosta, influensu og RS-virus.

Meira kunning um koppsetingar til barnakonur fæst hjá egnum lækna og á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum (www.hst.fo).

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on July 07, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on July 07, 2026 at 10:43 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]