01/13/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/13/2026 05:59
Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um stutttíðarleigu til ummælis.
- Politiska málið við hesum uppskotinum er at geva kommunum heimild at avmarka stutttíðarleigu - til dømis gjøgnum Airbnb - fyri ognir, har útleigari ikki hevur sín fasta bústað. Tað kann hava við sær, at útboðið av langtíðarleigumálum veksur, samstundis sum búeindir í økjum, sum kommunali myndugleikin velur út, í minni mun eru áhugaverd at brúka til spekulatión, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.
Sum støðan er í Føroyum í dag, so er tað serliga á størru plássunum trupult at finna ein bústað, og stóra útboðið av bústøðum, ið verða leigaðir útsum stutttíðarleigumál, eru ein partur av orsøkini til hetta.
Samstundis er greitt, at støðan er ymisk kring landið, har stutttíðarleiga summastaðni kann vera ein góður møguleiki fyri til dømis øktum ferðavinnuvirksemi og eisini kann hava við sær, at ognir verða hildnar og brúktar, ið annars ikki høvdu verið tað.
- Føroyar eru skipaðar soleiðis, at tað í stóran mun eru kommunurnar sum lokalur myndugleiki á staðnum, sum standa fyri til dømis býarskipan. Hetta er natúrligt og tryggjar, at slíkar avgerðir verða tiknar so tætt sum gjørligt at borgarunum á staðnum. Tí eri eg fegin um samskiftið, sum hevur verið við umboð fyri Kommunufelagið og ávísar kommunur, sum greitt hevur víst, at hetta er eitt amboð, sum fleiri hava ynskt, sigur landsstýrismaðurin.
Við uppskotinum fáa kommunurnar heimild til at skipa stutttíðarleiguvirksemi fyri sítt øki. Hetta kann gerast við at áseta reglur um mest loyvda dagatal fyri stutttíðarleigu. Samstundis fylgja eisini skyldur við heimildini, har kommunurnar skulu gera skrá yvir stutttíðarleigumál og hava eftirlit við, at dagatalsmarkið verður hildið.
Lógin fevnir bert um sjálvstøðugar bústaðir, har útleigari ikki hevur sín fasta bústað sambært fólkayvirlitinum. Endamálið við uppskotinum er tískil ikki at avmarka møguleikarnar hjá fólki at leiga út partar av egnum bústaði.
Ummælisfreistin er tann 3. februar 2026, og ætlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í tíðliga í vár.