09/23/2026 | Press release | Distributed by Public on 09/23/2026 15:45
Hesa vikuna luttekur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, á 81. aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York. Á fundinum hittast leiðarar og umboð fyri lond úr øllum heiminum at viðgera altjóða avbjóðingar og finna felags loysnir.
Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin havt fleiri fundir við altjóða samstarvspartar. Hann hitti m.a. brasilska uttanríkisráðharran, Mauro Vieira. Fundurin var eitt framhald av vitjanini í Brasil í síðstu viku, og høvi var m.a. at takka fyri góðu móttøkuna og umrøða næstu stigini í arbeiðinum móti einum møguligum fríhandilssáttmála millum Føroyar og Brasil.
Eisini hitti landsstýrismaðurin íslendska uttanríkisráðharran, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, fyri at umrøða ES-fólkaatkvøðuna og samstarvið millum Føroyar og Ísland. Umframt Gilmar Pisas, forsætisráðharra í Curaçao, á fyrsta sínámillum fundinum millum Føroyar og Curaçao. Har umrøddu teir samstarvsmøguleikar og mál av felags áhuga, m.a. royndir við WTO og IOC.
Í dag luttók landsstýrismaðurin á stovnandi fundinum hjá OceanEye International Alliance for the Global Ocean Observing System (GOOS). Endamálið við samstarvinum er at savna lond og aðrar samstarvspartar fyri at tryggja og styrkja altjóða havmátingar og dátudeiling. Landsstýrismaðurin legði vegna Føroyar fram føroyska íkastið til OceanEye-samstarvið í eini røðu. ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, vóru vertir fyri tiltakinum, og landsstýrismaðurin fekk høvi at hitta tey til eitt stutt prát. Á skránni var eisini luttøka á fundi í ST-Trygdarráðnum, har støðan í Ukraina var á skrá í dag.
Sí fleiri myndir við at trýstra á myndina ovast í skrivinum.