Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/09/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/09/2026 12:45

Umvalið í Runavíkar kommunu fyribils avlýst

Vísandi til úrskurðin í Føroya Rætti í dag, 9. januar 2026, er umvalið, sum í fráboðan nr. 187 frá 2025 er lýst at verða í Runavíkar kommunu hin 13. januar 2026, fyribils avlýst.

Fíggjarmálaráðið fer at nærlesa úrskurðin og taka støðu til, um úrskurðurin um steðgandi virknað skal leggjast fyri Landsrættin.

Fíggjarmálaráðið hevur fyribils ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on January 09, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on January 09, 2026 at 18:45 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]