06/05/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/05/2026 12:08
Gamli skúli í Leikvík er í summar karmur um áhugaverda framsýning við lutum frá fornfrøðiliga útgrevstrinum, sum var á Toftanesi í Leirvík í 1980-unum. Tað er Eystur kommuna, sum skipar fyri framsýningini, ið er opin í vikuskiftunum frá 5. juni til 27. september.
Tá framsýningin varð sett, vóru røður, tónleikur, ábit og tiltak við víkingatelti, har børn og vaksin kundu evna til perlur og renlar.
Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eystur kommunu setti framsýningina, og Hákun Andreasen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, greiddi frá luttøku síni í fornfrøðiliga grevstrinum á Toftanesi. Kári Sverrisson framførdi skjaldur.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Landsstýrismaðurin segði millum annað:
Við framsýningini í Gamla skúla, frásagnum og teimum tiltøkum, ið verða fyriskipað um Toftanes í víkingatíðini, verður upplivingin ítøkilig. Og kanska er tað júst tað, sum er so týdningarmikið: at fortíðin eina løtu kennist livandi.
Latið okkum tí taka væl ímóti framsýningini. Latið okkum savnast um hana, tosa um hana og lata hana vera eitt stað, har ikki minst børn og ung kunnu læra um røturnar og um tað, sum Leirvík var - og er.
Røðan kann lesast her.