Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/13/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/13/2026 03:54

Vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi í tíðaravmarkað starv

Søkt verður eftir løgfrøðingi fyri løgfrøðing, sum fer í farloyvi 1. juni 2026.

Talan er um eitt spennandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Uppgávurnar eru fjølbroyttar.

Vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, og ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Arbeiðsøki

Høvuðsuppgávurnar eru at arbeiða við at fyrireika:

  • Lógaruppskot
  • Kunngerðir
  • Málsviðgerð innan málsøkini hjá Vinnumálaráðnum

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur.

Vit vænta, at

  • Tú hevur royndir frá arbeiði innan løgfrøði og málsviðgerð
  • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum bæði í skrift og í talu

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv og verður sett skjótast til ber og til 1. apríl 2027. Starvstíðin kann verða longd. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: [email protected].

Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 27. mai 2026.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannu Djurhuus, deildarstjóra í Vinnumálaráðnum, tlf. 506084.

Vinnumálaráðið skal tryggja føroyskum vinnulívi góðar og stimbrandi karmar og hevur ábyrgdina av tí vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá Vinnumálaráðnum eru alivinna, sjóvinna, ferðavinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur. Vinnumálaráðið umsitur harafturat kommunumál, útoyggjamenning, samferðslumál, útlendingamál og integratiónsmál.

Vinnumálaráðið varðar av fleiri almennum stovnum og feløgum: P/F Visit Faroe Islands, P/F Fiskaaling, P/F Vága Floghavn, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin, P/F Suðuroyartunnil, Akstovuni, Strandfaraskipum Landsins, Rúsdrekkasølu Landsins, Landsverk, Útlendingastovuni, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Vinnustovninum, Brúkaraumboðnum, Búnaðarstovuni, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, Vinnuframa og Framtaki.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on May 13, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on May 13, 2026 at 09:54 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]