10/02/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/02/2025 02:13
Tey, ið eru fyri harðskapi skulu hava lætta atgongd at søkja sær hjálp, ráðgeving og vitan. Breið semja var um hetta í sambandi við hoyringar, tá heildarætlanin: Harðskapur í parlagi og nærsambondum 2023-2028, varð fyrireikað.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, tók fyrr í ár avgerð um at farast skuldi undir at fyrireika og seta í verk átak 17 í heildarætlanini: at skipa eina harðskapsráðgeving, har til ber at venda sær navnleyst, fyri at fáa hjálp í sambandi við harðskap - bæði fyri tey, ið eru fyri harðskapi og tilboð til tey, ið fremja harðskap. Játtan var til at fyrireika tilboðið í ár, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er peningur settur av at byrja virksemið.
Raðfestingin merkir, atfyrireikingin av hjálparlinjuna verður sett í verk sum partur av virkseminum hjá Liv uttan harðskap og Kvinnuhúsinum. Partur av fyrireikingini er eisini at finna ein samleika og eitt navn fyri bæði hjálparlinjuna og tilboð til tey, ið fremja harðskap, eins og heimasíða verður ment til at rúma endamálinum. Hjálparlinjan verður inngongdin til samlaða virksemið og starvsfólk sett at samskipa hetta. Samstundis tí verða øll starvsfólkini útbúgvin til nýggju fakligu avbjóðinga.
Mett verður, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 800 tús. kr. árliga. Í verandi játtan til heildarætlan um harðskap eru áleið 400 tús. kr. ætlaðar til endamálið, meðan tað í fíggjarlógaruppskotinum er ætlað hækking við 400 tús kr.