10/27/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/27/2025 10:39
"Talið á teimum sum roykja er minkað - í staðin hava okur fingið eina nýggja hóttan.
Tað eru nýggju nikotinvørurnar, sum verða marknaðarførdar við litføgrum pakkum og smakkum, sum minna meira um drops enn um eitur.
Hetta eru vørur, sum beinleiðis verða málrættaðar børnum og ungum, við tí endamáli at krøkja tey og gera tey bundin so tíðliga sum gjørligt - og vandi er fyri, at tey verða bundin fyri lívið.
Hetta kunnu okur ikki bara góðtaka og lata standa til."
Soleiðis segði Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, tá hon setti Nikotin- og tubbaksráðstevnuna hósdagin í farnu viku. Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.
Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya skipaðu fyri ráðstevnuni, har aðalmálið var, at eingin skal verða krøktur av nikotini og at fyribyrgja, at børn og ung tendra sína fyrstu sigarett. Gerst tú bundin av nikotini, eru sannlíkindini fyri, at tú gerst roykjari, nógv størri.
Høvuðsrøðari á ráðstevnuni var Charlotta Pisinger, professari í nikotin- og tubbaksfyribyrging, sum í fleiri ár hevur verið ein ótroyttilig serfrøðingarødd innan økið.
Eftir ráðstevnuna var Charlotta Pisinger á fundi við landsstýriskvinnuna í heilsumálum.