Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/22/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/22/2025 06:33

Steinar Eirikstoft gevst sum sjúkrahússtjóri og forstjóri

Steinar Eirikstoft hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið. Steinar ynskir at verða loystur úr starvi 30. november 2025, og Heilsumálaráðið hevur játtað at ganga umbøn hansara á møti. Steinar Eirikstoft hevur starvast í Sjúkrahúsverkinum sum stjóri í meira enn 6 ár, og hevur hann hesi árini verið við til at menna og styrkja raksturin og tænasturnar í Sjúkrahúsverkinum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið frá 1. desember 2025, og fram til nýggjur stjóri er settur. Per hevur drúgvar royndir sum sjúkrahússtjóri frá Esbjerg og Grindsted Sygehus.

Starvið sum sjúkrahússtjóri og forstjóri verður lýst leyst seinni í ár.

Heilsumálaráðið takkar Steinari Eirikstoft fyri gott samstarv og týðandi arbeiðið í Sjúkrahúsverkinum.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 22, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 22, 2025 at 12:33 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]