Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/22/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/23/2026 13:21

100 ára føðingardegur hjá Amandu

Seinnapartin í dag varð boðið til føðiingardagshald í Smæruni, á Kjalarvegi 48, í Klaksvík, í sambandi við at Karla Amanda Hansen rundar tey 100 árini.

Sera nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Amandu. Eisini Margit Stórá, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu fyri føðingardagsbarninum..

Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna:

Góða Amanda!
Vegna Føroya landsstýri og meg sjálva vil eg ynskja tygum hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum!
Tað er mær ein gleði og ein heiður at kunna vera hesa løtu saman við tygum og næstrafólki tygara.
Tillukku við Amandu, øll somul!

Ein heil øld fortelur jú um eitt langt lív við nógvum upplivingum á leiðini. Tygum eru tvíburði, men eldra systirin, Ingrid, livdi tíverri bara í nakrar heilt fáar tímar. Foreldrini vóru Trina úr Glasstovuni í Árnafirði og Jákup í Heimistovuni úr Upsølum. Tey búsettust á Vágsheygnum, har tygum eru fødd og uppvaksin, og tey fingu ellivu børn. Tygum vóru nummar níggju í røðini, og nú eru tygum tað einasta av syskjunum, sum er eftir á lívi.

Góða Amanda!
Tá ið kríggið byrjaði, kom ein ungur maður norður í snikkaralæru hjá skyldmanni sínum, Kjølbro. Hann æt Karl Hansen og var av For á Nesi, men her norðuri varð hann bara nevndur Tofta-Karl. Snikkaraverkstaðið helt um hetta mundið til á Vágsheygnum, so her hava tit bæði óivað hitst. Tit blivu góð og giftust, settu føtur undir egið borð, og fingu synirnar Jákup, Jens, Rana og Finn. Jákup býr í høvuðsstaðnum, Jens í Tjørnuvík, og Rani og Finn búgva her í Klaksvík.

Meðan dreingirnir enn vóru smáir, vóru tygum heimagangandi, sum flestu mammur tá vóru tað.
Seinni arbeiddu tygum á flakavirki og sum heimahjálp, og at enda sum hjálparfólk í Dáanum.

Karl bleiv meistari hjá Kjølbro, men bygdi sær í 60-unum egið snikkaravirki, og hevði úr at gera.
Til stuttleika kann eg eisini nevna, at allir synir tygara hava spælt í hornorkestri.
Kendastur í slíkum høpi er Jákup, ið man helst vita alt tað, sum vert er at vita um horntónleik.

Góða Amanda!
Tá ið umlættingarheimið Dáin kom, vóru tað tygum, ið funnu upp á navnið, ið situr so væl.
Íblástur fingu tygum úr yrkingini "Tey standa og vagga og tráa" eftir Hans Andrias Djurhuus.
Har sigur tann eina reglan soleiðis: "Eg havi væl loyvi at liva her, líka so væl sum tit".
Dáin - eins og Javni - var veruliga eitt hjartabarn hjá bæði tygum og Karl.
Tit stríddust fyri tí, og Karl læt seg enntá velja í býráðið fyri at koyra undir málið.

Eitt langt lív sigur frá ferðum upp á tindarnar og niður í dalarnar, tí soleiðis er lívsins gongd.
Maður tygara, Karl, doyði í 1993, men tygum blivu búgvandi í húsum tykkara líka til í 2015.
Tá fluttu tygum á Norðoya Ellis- og Vistarheim, ið síðani hevur verið tygara heim.
Og nú eru tygum ein av 16 kvinnum í Føroyum, sum eru 100 ára gamlar ella eldri.

Góða Amanda!
Gott er at síggja, at familja og eftirkomarar eru um tygum ein slíkan høgtíðsdag.
Tygum fingu fýra synir, og tygum hava fingið átta ommubørn og 14 langommubørn.
At verða signað við eftirkomarum, ið skulu bera lívsins gávu víðari fram á leið, er satt ríkidømi.
Tá dagatalið veksur, er tað, soleiðs sum bygdarmaður tygara, Robert Joensen, yrkir tað so væl:

"Lat dagarnar fara og árini við,
bert vit mega læra at hýsa Guds frið'.
Eg bendi meg niður,
mín Gud, so tín friður
kann hvíla á mær;
í løtum - í árum og ævi
tú halt meg at tær!"

Góða Amanda!
Enn einaferð hjartaliga tillukku við tygara stóra degi, og Harrans ríku signing í teimum komandi.


Takk fyri!

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 22, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 23, 2026 at 19:21 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]