10/26/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/26/2025 08:15
Børn úr skúlabólkinum frá Býlingshúsinum Millum Gilja vóru í vikuni og vitjaðu landstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, greiddi frá, hvat tað merkir at vera landsstýrismaður, og hvussu tann politiska skipanin virkar.
Landsstýrismaðurin er áhugaður í at hoyra, hvat børn hava at siga. Børnini settu fleiri viðkomandi spurningar og komu eisini við sínum tankum um, hvat tey høvdu gjørt, um tey vóru landsstýrisfólk.
Vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum fegnast um, at dagstovnar og skúlar koma á at vitja. Til ber altíð at senda inn brøv til landsstýrismannin og eisini at vitja í ráðnum eftir avtalu.