01/13/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/13/2026 08:06
Føroyar og Ísland hava í dag gjørt semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026. Avtalan byggir á sama leist sum avtalan fyri 2025.
Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.
Ísland fær 1.300 tons av makreli frá Føroyum. Londini hava framhaldandi atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum.
Avtalan er í fyrsta umfari tíðaravmarkað fram til 1. august 2026. Hetta kemst av, at Ísland eftir ársskiftið setti fram ynski um, at samráðingarnar um fiskiveiðiavtaluna fyri 2027 verða settar í gongd skjótast gjørligt. Møgulig leingjan verður umrødd yvir várið.
Hóast íslendska ynski um samráðingar fyri 2027 átti at verið borið fram í góðari tíð áðrenn ársskiftið, taka Føroyar undir við at byrja samráðingarnar um 2027 beinanvegin. Fyrsta samráðingarumfar verður síðst í januar, og Føroyar vera vertur.
Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, sigur: "Hóast Føroyar sjálvandi heldur høvdu gjørt eina semju uttan tíðaravmarking, fegnist eg um, at skipini kunnu fara til fiskiskap beinanvegin. Eg vænti og vóni, at londini fara til samráðingarnar um 2027 við greiðum sjónarmiðum og vilja at finna semjur, bæði fyri 2026 og fyri framtíðar samstarvið millum Føroyar og Ísland, sum hevur so stóran týdning fyri báðar partar".