01/30/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/30/2026 14:22
Fríggjadagin var landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum á vitjan hjá Jarðfeingi, har hann bleiv kunnaður um ymiskar verkætlanir, sum Jarðfeingi varðar av.
Millum annað bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um stóru FaroeMAR-verkætlanina, har arbeitt verður við at savna og menna vitan um føroyska havbotnin og havøkini kring Føroyar, og um royndarverkætlanina við DecarbFaroe, har kannað verður, um CO2 kann verða goymt í føroysku undirgrundini. Harafturat fekk landsstýrismaðurin kunning um gongdina við at framleiða leitimið til oljuframleiðslu og djúphavsmineralir í føroyskum øki.
At enda fekk landsstýrismaðurin handað eitt eintak av bókini "Føroysk mineral & grótsløg", sum Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen hava skrivað. Bókin, sum varð givin út á forlagnum hjá Jarðfeingi í 2025, er ein handbók, sum lýsir tað stóra margfeldi av mineralum og grótsløgum, sum eru at finna í føroysku náttúruni.
Á myndini sæst landsstýrismaðurin saman við Niels Christian Nolsøe, stjóra, og Óluvu Eidesgaard, Hera Ziska, Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Una Árting, starvsfólk hjá Jarðfeingi.