Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/16/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/16/2026 11:03

Framskrivaðir játtanarkarmar í løgtingsfíggjarlógini fyri 2027

Løgtingsval varð útskrivað 25. februar at vera 26. mars. Einki landsstýri var skipað áðrenn 1. apríl. Játtanarkarmar fyri 2027 eru tí ikki lagdir fram sum uppskot til samtyktar fyri nývalda Løgtingið, sum kom saman fyrstu ferð 13. apríl.

Hesir játtanarkarmarnir eru framskrivaðir sambært teimum fyritreytum, sum vóru galdandi 1. juni. Karmarnir eru settir upp eftir nýggja málsøkjabýtinum. Fíggjarmálaráðið hevur eftirkannað framskrivingarnar saman við stjórnarráðunum. Í framskrivingunum eru innroknaðar virksemisbroytingar við eykajáttanum í vár.

Talan er um játtanarkarmar, sum eru framskrivingar av verandi virksemi. Politisk viðgerð av játtanarkørmunum við sparingum og raðfestingum fer at hava við sær, at karmarnir væntandi verða nakað broyttir fram til uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027.

Framskrivaði útreiðslukarmurin í løgtingsfíggjarlógini fyri 2027 er 8.082,7 mió. kr. Rakstrarkarmurin er 7.482,7 mió. kr., og løgukarmurin er 600 mió. kr. Samlaðu inntøkurnar verða mettar til 8.023,6 mió. kr.

Framskrivaða úrslitið í løgtingsfíggjarlógini fyri 2027 er hall á 59,1 mió. kr.

Leinki: Játtanarkarmar fyri 2027

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 16, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 16, 2026 at 17:03 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]