11/06/2025 | Press release | Distributed by Public on 11/06/2025 09:44
Skjøtul verður nú settur á bygging av nýggjari varðveitingarmiðstøð hjá Tjóðsavninum innan Glyvur.
Landsverk og Sjóvar kommuna hava í dag skrivað undir treytað skeyti um at landið keypir 8.000 m2 við forkeypsrætti til aðrar 3.000 m2 í útstykking hjá Sjóvar kommunu á matr. nr. 393u innan Glyvur. Skeytið er treytað av, at Umhvørvisstovan gevur loyvi til at økið verður frábýtt.
Varðveitingarmiðstøðin skal fyrst og fremst hýsa goymslum hjá Tjóðsavninum, men rúm verður eisini fyri at víðka virksemið til at kunna hýsa øðrum goymslum, eitt nú listagoymsluni hjá Listasavni Føroya.
Tað var í 2024, at blámusoppur varð staðfestur í goymsluni hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík, og tá varð mett, at tað var skynsamari at byggja nýggjan goymslubygning til endamálið, heldur enn at umvæla goymsluna í Brekkutúni.
Í nýggju varðveitingarmiðstøðini hjá Tjóðsavninum innan Glyvur verða grundgoymslur, fornfrøðiligar goymslur, náttúrufrøðiligar goymslur, umframt ymsar smærri sergoymslur, eitt nú til myndir og klæðir. Goymslurnar verða býttar upp í sonur við ymiskum luftvætustigi. Harumframt verða móttøkurúm, sóttarhaldsrúm, verkstovurúm, kølirúm, frystirúm, hitarúm og vátrúm, so talan verður um eina framkomna varðvetingarmiðstøð fyri náttúru- og mentanarsøguligar goymslur hjá landinum.
Á myndini frá vinstru: Bjarni Seyer Heinesen, byggifrøðingur á Landsverki, Marjun Thomassen, stjóri á Landsverki, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum vóru innan Glyvur og hugdu at grundøkinum, har varðveitingarmiðstøðin hjá Tjóðsavninum verður bygd