Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/01/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/01/2026 14:57

Danmark og Føroyar hava formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2026

Við ársskiftið yvirtaka Danmark og Føroyar formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2026.

Í formansskapinum, sum ber heitið "Sameind í skiftandi tíðum", fara Føroyar og Danmark at leggja dent á at menna og styrkja samstarvið millum øll átta norðurlondini, serliga við denti á:

  • Samfelagstrygd og tilbúgving
  • Kappingarføri í Norðurlondum
  • Javnsetta luttøku í norðurlendska samstarvinum fyri Føroyar, Grønland og Áland

Sí formansskránna her.

Sum liður í formansskapinum verða Føroyar í 2026 vertir fyri meira enn 20 fundum innan Norðurlendska ráðharraráðið, bæði á ráðharrastigi og á embætisfólkastigi. Árligi summarfundurin hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum verður hildin í Føroyum 15. og 16. juni, har samfelagstrygd og tilbúgving verður á skrá.

Norðurlandaráðið samtykti í 2024 einmælt at heita á norðurlendsku stjórnirnar at seta eina kommissión at gera uppskot til broytingar í Helsingforssáttmálanum. Broytingarnar skulu millum annað tryggja javnsetta luttøku hjá Grønlandi, Føroyum og Álandi.

Norðurlendsku stjórnirnar settu í vár Elinu Pirjatanniemi, professara í løgfrøði á Åbo Universiteti, at greina møguligar løgfrøðiligar avbjóðingar av at dagføra Helsingsforssáttmálan. Arbeiðið verður liðugt um ársskiftið og síðani fara samstarvsráðharrarnir at viðgera spurningin um at seta eina kommissión.

Sirið Stenberg, norðurlendskur samstarvsráðharri, sigur: "Í hesum tíðum er stórur tørvur á at styrkja sambondini og samstarvið við okkara norðurlendsku systra- og brøðratjóðir.

Føroyar hava verið partur av norðurlendska samstarvinum í meira enn 50 ár og eru virkin í norðurlendskum samstarvi á øllum samfelagsøkjum og í øllum geirum. Føroyar hava í áratíggju ynskt og arbeitt fyri limaskapi í egnum navni. Tí er tað við gleði, at Føroyar saman við Danmark yvirtaka formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum, og vit fara at stremba eftir at fáa sett eina kommissión at dagføra Helsingforsavtaluna og vinna Føroyum fullan limaskap."

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on January 01, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on January 01, 2026 at 20:57 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]