10/29/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/29/2025 03:24
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, luttekur í hesum døgum á ársfundinum hjá heimsheilsustovninum WHO, sum verður hildin í Keypmannahavn 28.-30. oktober. Ársfundurin er hin 75. hjá økisnevndini fyri Evropa í WHO, og savnar heilsumálaráðharrar og umboð úr øllum 53 limalondunum í økinum, umframt umboð frá felagsskapum og borgarasamfelagnum.
Súsanna Bertholdsen hitti Hans Kluge, stjóra fyri økisnevndini fyri Evropa í WHO. Súsanna Bertholdsen kunnaði um Føroyar og bjóðaði honum at koma á vitjan. Í sambandi við fundin hava Føroyar umrøtt ynski hjá Føroyum um at gerast partur av netverkinum fyri smá lond í Evropa, nevnt Small Countries Initiative.
Á skránni fyri fundin eru bæði politisk, fyrisitingarlig og faklig evni. Fyrsti fundardagurin er settur av til politisku dagsskránna, har WHO stjórin og økisstjórin halda røður, og nýggja strategiska arbeiðsskráin fyri 2026-2030, European Programme of Work 2, verður løgd fram til viðgerðar og møguliga samtykt. Á øðrum fundardegi verða m.a. stjórnarmál og fíggjarætlanir fyri WHO viðgjørd, meðan triði dagur hevur teknisk evni á skránni - harundir tvær nýggjar strategiir um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum, og um nýskapan í heilsuverkinum. Eisini verður eitt nýtt arbeiði sett í gongd um heilsu og trivnað gjøgnum alt lívið.
Undir fundinum var eitt pallborðsorðaskifti um harðskap móti kvinnum og gentum. Hetta er ein stórur trupulleiki í Evopra. Londini taka undir við at arbeiða við átøkum, sum hava til endamáls at basa nógvu sløgini av harðskapi móti kvinnum og gentum.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at samstarvið við WHO hevur stóran týdning fyri Føroyar:
Ársfundurin hjá WHO verður stroymdur og dagføringar verða lagdar út á miðlar hjá WHO við #RC75CPH.