Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

04/16/2026 | Press release | Distributed by Public on 04/16/2026 08:49

Dugni 70 ár

Í dag, 16. apríl fyllir Dugni 70 ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í hølunum hjá teimum á Hjalla. Fitt av fólki høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá og ynskja til lukku. Á skránni vóru framløgur, tónleikur og røður afturvið ymsikum góðum til góman. Margit Stórá landsstýriskvinna bar fram føðingardagsheilsan, sum til ber at lesa niðanfyri.

Góðu starvsfólk og leiðsla á Dugna, góðu samstarvsfelagar, og øll tit, sum eru komin saman her í dag.

Fyrst vil eg takka fyri, at eg varð boðin við at siga nøkur orð á hesum serliga degi, nú Dugni fyllir 70 ár.
Hetta er ein stórur dagur - og tað er mær ein heiður at sleppa at vera við sum landsstýriskvinna í almannamálum.

Tá virksemi var sett á stovn í 1956 sum ein sjálvognarstovnur, var tað undir navninum ALV - sum gjørdist eitt kent navn upp á so mangar mátar.

Og nógv er hent hesi árini - bæði í samfelagnum og í fatanini av, hvat tað merkir at vera ein partur av arbeiðslívinum og samfelagnum.

Men eitt hevur verið støðugt: týdningurin av at hava eitt stað sum Dugna.

ALV og seinni, Dugni, hevur í øll hesi árini havt eitt greitt og týdningarmikið endamál:

at hjálpa fólki at menna síni arbeiðsevni, finna sítt pláss og fáa møguleikan at taka lut í arbeiðslívinum og samfelagnum.

Hetta er ikki bara eitt arbeiðstilboð - Hetta er ein møguleiki. Ein møguleiki fyri at royna seg, ein møguleiki fyri at mennast, og ein møguleiki fyri at fóta sær - eisini tá lívsleiðin ikki altíð hevur verið so bein.

Fyri meg gjørdist ALV eitt hugtak í mínum barndómi og kom hetta at hava stóran týdning fyri okkum í mínum barnaheimi. Tá eg var smágenta gjørdist pápi mín sjúkur í rygginum og ikki førur fyri at halda áfram í sínum arbeiði sum maskinmaður við kropsligum arbeiði ella verða til skips. Tað var ein avbjóðing hjá okkum, har mamma arbeiddi heima og vit vóru seks børn. Tá var tað, at hann fekk møguleikan at fara á ALV skúlan við Áir. Eg minnist afturá, at tað var eitt tíðarskeið, har hann var við Áir mitt í viku, heima í vikuskiftunum. Á ALV skúlanum fekk hann prógv, og aftaná hetta, fór hann at arbeiða á kommunuskrivstovuni - og har arbeiddi hann í nógv ár, til hann fór frá fyri aldur. Soleiðis var ALV við til at hjálpa okkum at fóta okkum aftur sum familja aftaná sjúku - og við til at mynda mín barndóm og tann førning eg havi fingið. Tað er tí eisini við takksemi, at eg beri fram hesa heilsanina til tykkara í dag.

Vit vita, at ikki øll hava somu fortreytir. Men vit vita eisini, at øll hava nakað at geva. Og júst hetta er nakað av tí serliga við Dugna:

her verður hugt eftir tí, sum fólk duga og megna - ikki bara tí, sum er trupult.

Henda tilgongdin hevur stóran týdning - bæði fyri tað einstaka menniskjað og fyri samfelagið sum heild.
Tí tá vit geva fólki møguleikan at luttaka, styrkja vit bæði einstaklingin og felagsskapin.

Í dag er Dugni eitt fjølbroytt og virkið tilboð við virksemi kring alt landið - frá Skúlanum við Áir til verkstøð, arbeiðstilboð og handlum í Tórshavn, Klaksvík, á Kambsdali og í Suðuroynni.

Samstundis síggja vit eisini eina menning, har arbeiðið í størri mun er skipað við greiðum málum, tættari samstarvi við aðrar partar - og við denti á, at fleiri fáa møguleikan at royna seg í veruligum arbeiðshøpi.
Her verður hvønn dag gjørt eitt arbeiði, sum ikki altíð sæst í tølum - men sum hevur ómetaliga stóran týdning í lívinum hjá teimum, sum fáa ágóðan av tí.

Sum nýggj landsstýriskvinna á økinum vil eg siga, at eg havi stóran áhuga fyri at læra meira um hetta arbeiðið og um tykkara royndir. Tí tað er júst í slíkum umhvørvum, at vit fáa innlit í, hvat veruliga riggar - og hvat hevur týdning fyri menniskju í gerandisdegnum.

Eg haldi eisini, at skráin fyri dagin endurspeglar nógv av tí, sum Dugni stendur fyri. Her er bæði tónleikur, framløgur og lívssøgur - ein blanding av tí álvarsama og tí gleðiliga. Og tað er kanska júst tað, sum lívið eisini er. Og sum arbeiðið hjá Dugna eisini snýr seg um:

at skapa innihald, meining og møguleikar í gerandisdegnum.

Kæru øll,
70 ár er ein merkisdagur. Men tað er eisini ein áminning um alt tað arbeiðið, sum er lagt í - av starvsfólkum, leiðslu og teimum mongu, sum hava verið partur av Dugna gjøgnum árini.

Tykkum øllum vil eg bera eina stóra tøkk fyri tað arbeiði, tit gera - hvønn einasta dag. Tað arbeiðið, sum verður gjørt her, hevur havt stóran týdning fyri nógv menniskju - og fyri samfelagið sum heild.

Eg vil at enda ynskja Dugna hjartaliga til lukku við 70 ára degnum. Eg ynski tykkum blíðan byr frameftir - og gleði meg til gott samstarv komandi árini.

Takk fyri.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on April 16, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on April 16, 2026 at 14:49 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]